Vindeygu / Garaguhurð
Skalt tú skifta vindeyguni út ella garasjuhurðina, so kann Baksarin vera við í allari tilgongdini.

Garasjuhurðar

Baksarin hevur í nógv ár verði umboð uppá LindabDoorline garasjuhurðar sum er førandi á Norðurlandska marknaðinum, hvar tú fart eina kvalitetshurð til ein sømuligan kostnað, vit levera og montera garasjuhurðar til øll endamál og verður hvør einstøk hurð gjørd til títt hurðahol. Sum naka nýtt, umboða vit eisini Novoferm vinnu og garaguhurðar.

Vindeygu

Eitt vindeyga er ikki bara eitt vindeyga. Fyri at eini hús skulu taka seg væl út, krevst at vindeyguni rigga væl inn í heildina. Óansæð um hús tíni eru bygd eftir einum siðvandum ella nýmótans byggihætti, so hava vit eina loysn, ið riggar til tíni hús. Baksarin veitir vindeygu, ið vera tillagað júst til tíni hús. Vel eftir egnum mátum, ymiskum sniðum og fleiri farvum. Vindeyguni fáast gjørd úr plasti, træið ella træ-alu..

Úthurðar

Úrvæl okkara av úthurðum er sera fjølbroytt. Tú kann altíð finna eina úthurð, ið riggar til tín tørv. Óansæð um tú hevur tørv á eini úthurð til eini eldri hús ella nýbygning, so finna vit eina loysn saman.

Heimstað á Giljanesið

Við heimstað á Giljanesið er ómakaleyst hjá okkum at koyra út til okkara kundar og taka mát, og skoða arbeiði, hetta gevur okkum eisini møguleikan at koma nærrið kundanum.

Tænasta

Tænasta er okkara millum navn, vit arbeiða miðvíst framm ímóti at hava kundan við í øllum okkara arbeiði, vit vita at tað er ymiskt hvussu ein vil hava arbeiði frágingið, og hetta ynskja vit at verða best til.

Vindeygu

Eitt vindeyga er ikki bara eitt vindeyga. Fyri at eini hús skula taka seg væl út, krevst at vindeyguni rigga væl inn í heildina

óansæð

Óansæð um um hús tíni eru bygd eftir siðvandum ella nýtímas byggihætti, so hava vit eina loysn

Loysn

Baksarin veitir eina loysn sum riggar til tíni hús, tey verða tillagaði til tín tørv og ynskir, og vit arbeiða altíð í tættum samstarvið við okkara viðskiftafólk

Títt snið

Vel eftir egnum mátum, ymiskun sniðum og fleiri farvum. Vindeyguni fáast gjørd úr plasti, træði ella træ-alu